Kunngerð um at Single User Login skjótt er klárt

From Meta, a Wikimedia project coordination wiki
This page is a translated version of the page Single User Login finalisation announcement and the translation is 100% complete.
Fyri dagførd tíðindi um gondina í hesi menningini, sí mw:SUL finalisation.

Menningartoymið hjá Wikimedia Foundation ger nakrar broytingar viðvíkjandi hvussu kontur virka, sum liður í okkara støðuga arbeiði við at veita nýggj og betri tól til okkara brúkarar (eitt nú cross-wiki boð, tvs. uppá tvørs av ymiskum wiki'um). Hesar broytingar merkja, at brúkarar mugu hava sama kontonavn allastaðni. Hetta fer at loyva okkum at geva tær nýggjar hentleikar, sum gera tað lættari hjá tær at rætta og at kjakast, og fer at loyva meira fleksiblum brúkaraloyvum til amboðini. Ein av fortreytunum fyri hetta, er at brúkarakontur nú noyðast at vera serstakar uppá tvørs av øllum 900 Wikimedia wiki'um.

Tíverri eru summar kontur sum í løtuni ikki eru serstakar uppá tvørs av øllum okkara wikium, men ístaðin stoyta tær saman við aðrir brúkarar, sum hava sama kontonavn. Fyri at tryggja okkum at allir hesir brúkarar framhaldandi kunnu brúka wiki'irnar hjá Wikimedia í framtíðini, so fara vit at geva fleiri av hesum kontum nýggj kontonøvn soleiðis at tær fáa "~" og navnið á wiki'ini lagt afturat teirra kontonavni. Hesar broytingar fara fram í apríl 2015. T.d. vil ein brúkari sum eitur "Dømi" á tí svensku Wiktionary, fáa navnabroyting til "Example~svwiktionary".

Allar kontur fara framhaldandi at virka sum fyrr, og fara framvegis at fáa æruna fyri allar rættingar sum eru framdar til nú. Men, brúkarar við kontum við nýggjum nøvnum (sum vit fara at seta okkum í samband við ein og ein) mugu brúka teirra nýggja kontonavn, tá tey rita inn (logga á).

Møguleikin at broyta nøvn hjá brúkarum er tikin burtur fyri at fyribyrgja at kontur ið vóru globalar fóru at gerast óheft orsakað av lokalari navnabroyting. Brúkarar kunnu biðja um navnabroyting við at nýta Special:GlobalRenameRequest á teirra lokalu wiki ella biðja um at teirra konta fær navnabroyting her á meta, um so er at teimum ikki dáma nýggja brúkaranavnið.

Hygg eisini at